Ódn í einum vatnglasi

Hvussu ber tað til, at ein politikari kann sleppa avstað við at siga ósatt fyri øllum føroyingum við tí endamáli at mana fíggindamyndir upp úr jørðini, sum ikki eru til?

Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður
---

Misskilta Nationalisman hevur góðar dagar í Føroyum í dag.
Fullveldisflokkarnir - Tjóðveldi og Framsókn, og fyri ein part eisini Fólkaflokkurin - koma aftur og aftur við útmeldingum og uppskotum um, hvussu Føroyar skulu isolera seg frá restini av heiminum.
• Útlendingamál mugu yvirtakast, hóast tað alt fyri eitt fer at seta Føroyar uttan fyri altjóða Schengen-samstarvið, so før­oyingar skulu viðfarast sum triðjalandsborgarar á flest øll­um flogvøllum og havnum í framkomna heiminum
• Loftrúmið má yvirtakast, hóast hetta gongur beint ímóti altjóða rákinum, har ið loftrúm verða samanløgd í størri eindir, tí tað er tryggari og bíligari fyri brúkaran
• Atlantsflog má ikki keypa ráð­gevingartænastur frá einari útlendskari fyritøku, tí tað er vandamikið
• Føroyskir bankar mugu fáa for­boð fyri at keypa tænastur frá einum norðurlendskum banka­tænastusamtaki - tænastur, sum eru fortreyt fyri nútímans bankavirksemi
• Fíggjarøkið má yvirtakast, hóast tað tryggjar alt innistandiandi hjá føroyingum í føroyskum bankum og gevur atgongd til bankapakkarnar, ið hava av­ger­andi týdning
• Uttanríkismál mugu yvirtakast, hóast Føroyar í roynd og veru hava fullveldi í øllum uttan­ríkis­politiskum málum, ið viðvíkja Føroyum
• Sendistovur mugu latast upp kring um í heiminum, hóast møguleiki er at brúka allar sendistovur ríkisins allastaðni
• Forboð má setast fyri øllum útlendskum íløgum í føroyska fiskivinnu, hóast mark longu er fyri útlendskum eigaraskapi í alivinnuni og føroyskum fiski­skipum
• Ríkisveitingin má burt­ur, hóast tað vil taka botn­in und­an føroyska væl­ferðar­sam­fe­lag­num, økja almenna hallið og vaksa almennu skuldina

Og so víðari.
Hetta eru alt uppskot og út­meld­ingar, sum vilja avbyrgja Føroyar og gera tað minni liviligt í okkara góða landi, um tey verða framd í verki.

Samanber Føroyar við Russland
Nýggjasta útmeldingin í røðini kemur frá formanninum í Tjóðveldi, og hon er so langt úti, at ongin hevur orð fyri tí.
Undir yvirskrift á www.in.fo "Føroyar harðari revsing enn Rusland" er Høgni Hoydal úti - eisini í einum lesarabrævi - har hann samantvinnar sorgarleikin í Ukraina við ósemjuna um makrel og sild í Norðuratlantshavi.
Hann skrivar, at boykottið, sum DANMARK (umráðandi er at fáa fíggindamyndina málaða) tekur lut í, er "eitt nógv ógvusligari tiltak ímóti einum landi, enn tey tiltøk, ið ES nú sigur seg vilja seta í verk ímóti Russlandi".
Øll í Føroyum eru sjálvandi ímóti handilsboykottinum frá ES, og vit ynskja tað tikið av sum skjótast. Ikki minst sæð í ljósinum av, at semja endiliga er fingin um makrelfiskiskapin.
Men álvaratos.
At samanbera eina ósemju um fiskiskap við óhoyrda russiska aggressión í Ukraina, har ið hernað­armegi verður brúkt, og jarnhælurin verður trýstur oman á fólkarættin - hetta er undir alt lágmark.
Í grundini er hetta at samanbera Føroyar við Russland.
Hetta er at samanbera pelagiskan føroyskan fiskiskap við ráa russiska valdstøku í Eystureuropa.
Hvat man hann hugsa fyri sær?
Hvar er virðingin fyri Føroyum og føroyingum?

Ósannindi frá A til Z
Ongastaðni í framkomna heiminum hevði ein politikari sloppið avstað við at siga ósatt fyri fólkinum á henda hátt.
Í framkomnum londum hevði ein vakin og óheft pressa givið slíkum úttalilsum mótspæl, og - ikki minst - høvdu fjølmiðlar eftirkannað pástandin.
Tá ið føroysk pressa ikki vil vera kritisk ímóti Tjóðveldisflokkinum ella formanni floksins, so mugu vit í hesi tíðargrein eftirkanna pá­standin.
Spurningurin, ið vit eftirkanna, er, um revsitiltøkini móti Russlandi eru linari enn ES-boykottið móti Føroyum, sum vónandi skjótt er av?
Lat okkum fyrst hyggja at ES-tiltøkunum, sum vórðu sett í verk 20.08.2013, og eru nevnd í fyriskipan frá ES-nevndini:
• Forboð móti innflutningi av sild og makreli fiskað í føroyskum sjógvi og vørum av sama
• Forboð ímóti at landa ella upp­skipað omanfyri nevndu í ES-havnum

Lat okkum so síggja tiltøkini, sum ES ætlar at seta í verk í stigum ímóti Russlandi. Keldurnar eru Reuters og Euronews:
• Ferðaforboð, har ið høgtstandandi russarar ikki fáa visum til nakað land í ES
• Innifrysting av ognum hjá nærri ásettum russiskum fyritøkum og russarum í ES
• Ein røð av handilsforboðum, her­­undir forboð ímóti at keypa russiska olju
• Forboð ímóti at selja Russlandi vápn
• Úthýsing av Russlandi frá kom­andi G8-toppfundinum
• Avlýsing av komandi topp­fund­inum millum ES og Russland

Afturat hesum tiltøkunum frá ES koma eisini tiltøk frá USA og øðrum londum, ið ikki vilja sita hendur í favn, meðan ein vanlukka fer fram í Ukraina.
Greitt er fyri øllum, at pá­standurin hjá Høgna Hoydal ikki bert er óhóskandi - hann er eisini ósannur.
Út frá almennu úttalilsum hans­ara kundi man spurt:
Er formaðurin í Tjóðveldi fyri, at Russland fær frítt spæl í Ukraina?
Er hann ímóti, at heims­sam­felagið setur tiltøk í verk ímóti aggressiva Russlandi?
Er hann eisini er ímóti, at serliga USA og ES veita Ukraina ein hjálpar­pakka við peningaveitingum, lán­um, betri handilstreytum og mark­naðaratgongd?

Fíggindamyndin skal fram
Í einum og øllum, sum formaður Tjóðveldis førir fram í hesum máli, er altavgerandi at nevna DANMARK.
Tað er DANMARK, ið revsar Føroyar.
DANIR vilja boykotta okkara fiskiskap og útflutning.
DANSKA stjórnin skal trýstast.
DANSKUR uttanríkispolitikkur er skaðiligur.
Í heila tikið er DANMARK rótin til alt ilt.
Tað ræður um at endurtaka boðskapin og at mana fram eina myndina av einum fígginda, ið ikki er til.
Hetta er alt í tráð við grund­tankan í Misskiltu Nationalismuni, sum vit nevndu frammanfyri.
Hvat er Misskilt Nationalisma?
Grundtankin er í tveimum:
Í fyrra lagi at alt ilt kemur úr Danmark, og at Ríkisfelagsskapurin er sjálv ímyndin av øllum tí ræðu­liga, ið samstarvið millum Føroyar og Danmark stendur fyri.
Og í øðrum lagi, at onki ber til uttan loysing. Loysingin er eitt slag av universalari loysn uppá allar trupulleikar og avbjóðingar í okkara samfelag.
Føroyingar vita betur.

Samstarv heldur longst
Vónirnar eru ikki góðar, men man má kortini vóna, at Misskilta National­isman við tíðini fer at linka millum fullveldisflokkarnar.
Tað er óneyðugt at leika í um tann stóra uttanríkispolitikkin, sum er eitt ríkismál.
Um og tá, ið landsstýrið ynskir dialog við stjórnina, so er at taka upp samband við stjórnina um tað. Samstarv er og hevur altíð verið lykilin til góðar loysnir.
Lat ikki Misskiltu National­ism­una bera í sær, at Føroyar gerast eitt avbyrgt land í Norðuratlantshavi.
----
Hvat er Misskilt Nationalisma?

Hjá tí misskiltu nasjonalismuni skal alt setast upp móti loysingini - einki ber til uttan loysingina og einki má gerast, áðrenn loysingin frá Danmark er komin.

Ongar loysnir mugu finnast innanfyri ríkisfelagsskapin, tí so kunnu fólk jú finna út av, at tað saktans ber til at stýra samfelagnum uttan loysingina – um bert vit vilja og hava áræði til at taka tær avgerðir, sum eru neyðugar.

Misskilta nasjonalisman er á henda hátt við til at fasthalda føroyskan politikk í eini afturhaldshond, sum virkar køvandi og steðgar allari politiskari menning av samfelagnum.

Hesin hugsunarháttur er meiri enn nakað annað við til at forða framburðinum í Føroyum. Hetta er størsti einstaki vandin, føroyska samfelagnum er fyri. Størsta mentala blokk eringin í føroyskum politikki nakrantíð.

Kelda: viðm. hjá Magna Laksáfoss, fyrrv. løgtingsmanni, í áliti frá fíggjarnevndini 24.11.2009