DMS vitjan í Føroyum 16.10.-25.10.99

-

Ytri missiónsfelagið DMS (Dansk Missions Selskab), sum hevur havt eina undirdeild í Føroyum ígjøgnum eitt langt tíðarskeið, og Dansk Santalmission, sum eisini hevur havt eitt vist virksemi í Føroyum ígjøgnum eitt langt áramál, fara nú at leggja saman frá 01. jan. 2000 undir navninum Danmission. Føroysku undirdeildirnar hava eitt vist tilknýti til ymiskar missjonerar frá hesum ytrimissiónsfeløgum, og av og á fáa vit so vitjan av missjonerum frá hesum feløgum, sum vit kenna og hava samband við gjøgnum persónligt kennskap og brævaskifti.

Vitjanin hesaferð er av hjúnunum Marianne og Jakob Malling, sum eru missjonerar á Madagaskar. Hon er sjúkrasystur, og hann er ordineraður sum prestur aftaná at hava verið missionerur í nøkur ár. Tey gera eitt stórt arbeiði á hesi afrikansku oynni, har kristniboðanin higartil hevur fingið undirtøku av umleið 50% av fólkinum, men framvegis hevur heidna trúgvin fastatøkur á einum stórum parti av fólkinum. Tí er umráðandi, at missiónsarbeiði heldur fram og stuðlar teimum lokalu kirkjuliðnum, so tey sjálvi vera før fyri at breiða út tann kristna boðskapin gjøgnum teirra egna kirkjufelagsskap. Lutherska kirkjan har hevur skipað seg við prestum og biskupi, og saman við missionerhjúnunum kemur biskupur Charles Walther Andriamampianina at vitja okkum í døgunum 16.10 til 25.10. Umframt almennu skánna verður vitjað á ymiskum skúlum, í útvarpinum og á onkrari blaðstjórn. Fyri at stuðla ytrimissiónsarbeiðinum verður innsavnan, har teir vitjandi gestirnir luttaka.

Skrá fyri vitjanina:


Leygardagin 16.10.:

Vágarnar. Ungdómsmøti í Missiónshúsinum í Miðvági kl. 20.


Sunnudagin 17.10:

Gudstænasta í Sørvágs kirkju kl. 11. Gudstænasta í Sandavágs kirkju

Kl. 11. Møti í Missiónshúsinum í Sandavági kl. 18.


Mánadagin 18.10:

Vestmanna. Barnaringurin seinnapartin. Møti í Missiónshúsinum í Vestmanna kl. 20.


Týsdagin 19.10:

Møti í Meinigheitshúsinum á Skála kl. 20.


Mikudagin 20.10:

Toftir. Barnaringurin kl. 16.30. Gudstænasta í Fríðrikskirkjuni kl. 20, aftaná samkoma í kirkjukjallaranum.


Hósdagin 21.10:

Klaksvík. Alment møti í KFUM og KFUK.


Fríggjadagin 22.10:

Gudstænasta í Christianskirkjuni kl. 20, aftaná samkoma í kirkjukjallaranum.

Sunnudagin 24.10:

Tórshavn. Gudstænasta í Dómkirkjuni kl. 11. Gudstænata í Argja kirkju kl. 11. Møti í KFUK kl. 19.

Nevndin