Sámal Ímundarsson, formaður í B36, segði í síðstu viku, at tað var óvist, um serbiski verjuleikarin fór at spæla við árstalsfelagnum í ár.
Á aðalfundinum hjá TB var kunngjørt, at felagið hevur knýtt 35 ára gamla verjuleikaran at hópinum.
Umframt Dmitrije Jankovic, fer Martin Tausen, sum hevur spælt við FC Suðuroy síðstu árini, helst at spæla við TB, skrivar sudurras1.com.










