Danska veðurstovan DMI roknar við, at vindurin fer at minka nakað seinnapartin, og í kvøld og í nátt verða minni vindur og minni avfall
DMI sigur, at í dag vera 15-23 m/s, í støðum upp í storm, av útnyðringi. Samdrigið og kava-, vatakava- ella regnæl. Hitin verður millum frostmarkið og 5 hitastig.
Seinnapartin minkar vindurin niður í 13-18 m/s, í kvøld niður í 8-12 m/s av útnyðringi. Samdrigið og ælaveður, men í nátt skiftandi skýrák og bert einstøk æl. Hitin verður millum frostmarkið og 5 kuldastig.
Týsdagin minkar vindurin enn meira, niður í 3-8 m/s av landsynning. Samdrigið norðanfyri, men møguleiki fyri sól í støðum. Hitin millum frostmarkið og 7 kuldastig.