DMI: Vindur og regn um vikuskiftið

Danska veðurstovan roknar við, at tað verður nakað av vindi og heldur vátt um vikuskiftið

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan væntar, at veðrið um vikuskiftið fyri tað mesta verður heldur illfýsið. Bæði í dag og í morgin verða 10-15 m/s. Í dag fer at regna av og á, men frá í kvøld verður meira samanhangandi regn.

 

DMI sigur at í dag vera 10-15 m/s av landsynningi, eitt skifti upp í 18 m/s. Samdrigið og regn av og á. Í kvøld og í nátt sum frálíður meira áhaldandi regn. Hitin verður millum 6 og 9 stig.

 

Sunnudagin vera 10-15 m/s av landsynningi. Samdrigið og regn. Hitin verður millum 6 og 9 stig.

 

 

 

(Mynd: Ingi Sørensen)