Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður gott ólavsøkuveður í dag, men í morgin vætna tey regn, sum dagurin líðir.
DMI sigur, at í dag, ólavsøkusaftan, vera 5-10 m/s av suðri. Skýggjað og turt, í støðum kann verða mjørki. Seinnapartin kann sólin kaga fram. Í nátt turt og klárt. Hitin millum 9 og 13 stig.
Ólavsøkudag í morgin vera 8-13 m/s av suðri og landsynningi. Sum frálíður skýggjað og regn av vestri. Um náttina 5-10 m/s av útsynningi. Hitin alt døgnið millum 9 og 14 stig.
Leygardagin vera 5-10 m/s av útsynningi. Skiftandi skýrak og ælaveður. Hitin 7 til 12 stig.










