Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður lítið av vindi um vikuskiftið, men tað verður samdrigið og támut, og onkur æl vera.
DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av landsynningi, út á dagin minkandi niður í 3-8 m/s. Í nátt 5-10 m/s av landsynningi. Samdrigið og einstøk æl – í støðum támut og mjørki. Hitin verður millum 7 og 11 stig.
Sunnudagin vera 5-10 m/s av landsynningi og suðri. Fyri tað mesta skýggjað og támur veður, í støðum sirm ella regn við hvørt. Hitin verður millum 7 og 11 stig.