Veðrið í dag:
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, skýggjað og támut og møguliga sirm av og á. Hitin millum 5 og 10 stig.
Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Strúkur í vindi av útsynningi, vaksandi til hvassan vind. Támut veður og møguliga sirm og mjørkaflókar. Hitin millum 5 og 10 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Strúkur í vindi av útsynningi, vaksandi til skrið. Támut veður og regn, fyrst á útnyrðingsleiðini. Seinni hvassur vindur av vestri og útnyrðingi og tað klárar í við kaldari veðri.
Í gjár:
Ein hitabrúgv fer um Føroyar og hevur regn við sær. Millum eitt hátrýst við Írland og eitt lágtrýst við Eystur-Grønland rekur lýggj luft teir komandi dagarnar móti Føroyum av útsynningi.
Í dag:
Mánadagin ella týsdagin kemur ein kuldabrúgv móti Føroyum av útnyrðingi.