Danska verðurstovan DMI sigur frá nógvum vindi til seinnapartin mánadagin. Í dag minkar vindurin eitt sindur seinnapartin, men hann veksur aftur í kvøld, og í morgin verður nógvur vindur til út á seinnapartin
DMI sigur, at nú eru 12-20 m/s av suðri, í hvirlum upp í storm. Um middagsleitið minkar vindurin nakað, niður í 10-15 m/s av útsynningi og vestri, men framvegis harðar hvirlur. Tað verður klárari í veðrinum, ælaveður og sólgottar. Í kvøld veksur vindurin aftur upp í 13-18 m/s av suðri, í hvirlum upp í storm, í nátt av vestri og útnyðringi. Samdrigið og ælaveður. Hitin verður millum 6 og 10 stig.
Fyrrapartin mánadagin vera 15-20 m/s av útnyrðingi og harðar hvirlur. Tað verður ælaveður. Seinnapartin minkar vindurin til 7-13 m/s, samdrigið og ælaveður. Um náttina undir 5 m/s av vestri. Samdrigið og turt. Hitin millum 3 og 7 stig.