DMI: Kavi alt vikuskiftið

DMI væntar kavaavfall bæði í dag og í morgin

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan roknar við, at veðrið, sum tað er nú, heldur fram til á middegi sunnudagin. Tá skal vindurin minkað nakað, men tað verður framvegis kalt og kavaavfall.

 

DMI sigur, at í dag og fram til á middegi sunnudagin vera 10-15 m/s av landnyðringi og norði, í støðum upp í 20 m/s við hvirlum. Mest skýggjað og kava- ella vátakavaæl. Hitin verður millum 3 kuldastig og 4 hitastig.

 

Seinnapartin sunnudagin nakað minni vindur, 8-13 m/s, skýggjað og kavi. Hitin verður millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)