Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður lítið av vind og turt veður í dag. Fyrrapartin í morgin verður helst nakað av regni.
DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av vestri og útsynningi. Skýggjað, men turt. Hitin verður millum frostmarkið og 5 stig. Í kvøld og í nátt 5-10 m/s av vestri og útnyrðingi. Samdrigið og kanska nakað av regni. Hitin verður milllum 2 og 5 stig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av vestri og útnyðringi og nógvastaðni regn. Um middagsleitið skiftir ættin ímóti norði og tað klárnar nakað. Hitin verður millum 3 og 8 stig.