DMI: Gott veður um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI væntar, at veðrið verður gott um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI sigur í nýggjastu veðurforsøgnini, at tey rokna við, at tað verður turt veður bæði í dag og í morgin, og at sólin fer at kaga fram. Hitin verður upp í 12 stig. Í nátt og í morgin ár fer at regna eitt skifti.

 

DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av útsynningi, seinni av suðri og landsynningi. Turt og onkrar løtur við sól, men út á dagin verður samdrigið. Í kvøld og í nátt 5-10 m/s av eystri, samdrigið og disut, og í nátt fer at regna av suðri. Hitin verður millum 8 og 11 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av landsynningi, vaksandi upp í 8-13 m/s. At byrja við regn, men sum frálíður turt og møguleiki fyri sól. Hitin millum 9 og 12 stig.