Fríggjadagin tann 20. august 2004 helt navnframi Bjørn Lomborg almennan fyrilestur um orku, umhvørvi og búskap í Norðurlandahúsinum kl. 14.00. Hesin fyrilestur varð hildin í sambandi við, at arbeitt verður við at orða ein yvirskipaðan orkupolitikk fyri Føroyar.
Umframt at fyrilesturin var almennur, hevði eg sum landsstýrismaður í vinnumálum eisini sent innbjóðingar út til einstakar gestir, og vórðu setur umbiðin til hesar. Vegna stóra áhugan fyri fyrilestrinum, vórðu tey umbidnu setrini, ið vóru eftir kl. 14.00, latin øðrum.
Tá fyrilesturin byrjaði kl. 14.00, var salurin fullur, og lótu duravørðarnir hjá Norðurlandahúsinum dyrnar aftur av trygdarávum. Hetta hevði tí óhepnu avleiðing, at nøkur av teimum, ið høvdu fingið innbjóðing, og komu niðan í Norðurlandahúsið eftir kl. 14.00, ikki sluppu inn. Hetta harmast vit um, og vilja vit hervið biða innbodnu gestirnar um umbering fyri hetta.
Somuleiðis harmast Vinnumálaráðið um øll tykkum, ið sýndu fyrilestrinum áhuga men komu á læstar dyr vegna fullsettan sal.
Vónandi fáa tit høvi at verða við til onkran av teimum seinru fyrilestrunum, ið Vinnumálaráðið eftir ætlan fer at skipa fyri.
Vinaliga
Bjarni Djurholm