ALMENNIR PENGAR
Sambært sjónvarpinum verður vinnumálaráðharrin burturstaddur í 8 dagar, men av tí at ferðin er almenn, hevur Bjarni Djurholm ein fulltrúa frá Menningarstovuni við sær á ferðini, ið tó bert hevur verið saman við landsstýrismanninum í fýra tímar á túrinum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði í innslagnum í Degi og viku, at enn er ov tíðliga at siga, um tað er rætt, at tað almenna rindar fyri ferðina, tí ferðaútreiðslur verða gjørdar upp, tá ferðin er liðug. Harafturat vísti hann til landsgrannskoðaran, ið skal kanna, um almennir pengar verða brúktir rætt.
Bjarni Djurholm fór avstað 30. januar og skuldi eftir ætlan koma aftur í dag.