Djúpvatnstrolarar á Flemish Kap

Tríggir djúpvatnstrolarar fara í næstum yvir á Flemish Kap at fiska tosk.

Flestu partrolarapørini eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er aftur minkaður og er heldur smáligur, men okkurt parið hevur fingið væl av fiski.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa. Teir landa helst tíðliga í næstu viku, kanska mánadagin.

 

- Ein roynir á djúpum vatni og fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu.

 

Fiskamarknaður Føroya veit eisini at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar í næstum fara yvir á Flemish Kap at fiska tosk. Hesi skipini fara at frysta fiskin umborð. 

 

Tríggir trolbátar eru úti og fiska havtasku, og væntandi fara aðrir út um vikuskiftið, eisini eftir havtasku.

 

- Vit rokna við einum trolbáti mánadagin, og hinir koma inn at landa seinni í vikuni, sigur Fiskamarknaður Føroya.