Djumic var bestur

Jugoslav Djumic, sum hevur verið nógv tann besti linjuspælarin í føroysku landskappingini seinastu árini, var kosin dagsins spælari í steypafinaluni í dag. Serbin stríddst sum vanligt millum mótstøðumenninar, umframt at hann stóð seg væl í verjupartinum. Jugoslav Djumic skeyt trý av teimum 30 málunum, sum Neistin fekk.