Djumic tekur enn eitt tørn

Jugoslav Djumic, sum kom til Føroya í 2005, tekur enn eitt tørn í Neistanum. Sterki strikuspælarin hevur longt sína avtalu við steypavinnararnar.

 

Serbin hevur verið millum stinnastu spælararnar í føroysku kappingini hesi árini, hann hevur verið í Føroyum. Hann hevur eisini verið ein av stuðulsleikarunum hesi seinastu gyltu árini hjá Neistanum.

 

Djumic hevði royndarvant við bæði KÍF og Kyndil, tá Claus Rasmussen, sum tá var venjari hjá Neistanum, skrivaði undir sáttmála við hann í 2005. Har hevur hann spælt síðan.

 

Neistin boðaði fyrr í dag frá, at Áki Mørk verður venjari hjá besta mansliðnum komandi kappingarár.