Franski fótbóltsspælarin Youri Djorkaeff var millum áskoðararnar, tá ið Frakland leygarkvøldið vann fjórðingsfinaluna ímóti Brasil. Men sambært felagi hansara í USA, New York Red Bull, fór ikki alt rætt fram, tá ið Djorkaeff rýmdi úr New York. Djorkaeff hevði sagt felagi sínum frá, at hann hevði álvarsamar trupulleikar í familjuni, og tí mátti hann fara heim. Hetta var honum játtað, men tá ið amerikanska felagið sá hann aftur, sæt franski spælarin smílandi á áskoðaraplássunum til dystin millum Frakland og Brasil. Í New York Red Bull halda tey, at Djorkaeff hevur logið fyri teimum, og hann kann væntað sær eina heita móttøku, tá ið hann kemur aftur til New York.