Vit skulu hava harðari revsing fyri at fara illa við djórum.
Tað heldur Sonja J. Jógvansdóttir løgtingskvinna
Hon hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at endurskoða djóraverndarlógina.
Hon vísir á, at í áravís hava Djóraverndarfelagið, aðrir felagsskapir og myndugleikar, sum vara av djórum, gjørt vart við, at djóraverndarlógin er ótíðarhóskandi og verjir ikki djór nóg væl.
Tí vil hon nú hava Løgtingið at samtykkja at seta eina nevnd at endurskoða lógina, so at djóraverndarlógin kann verða broytt
- Dømi eru um, at djór eru fyri vanrøkt, og mál eru fráboðað til løgreglu og aðrar myndugleikar. Men tað ber ikki til at gera stórvegis við hesi mál, tí heimildir mangla í djóraverndarlógini ella í aðrari lóggávu.
- Sambært djóraverndarlógini hevur eigarin mangan einki galið gjørt, hóast djór líða undir hesum, staðfestir Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at tað tískil er neyðugt at fáa greiðari reglur, og kanska eisini eina greiðari og strangari revsilóg í samband við djóramisrøkt og djórapínslu.
Tí vil hon hava eina nevnd við fimm fólkum at endurskoða lógina. Eitt umboð kundi verið fyri Vinnumálaráðið, ein djóralækni fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, ein privatur djóralækni og tvey umboð fyri djóraverndarfelagið í samstarvi við onnur feløg, sum varða av djórum.
Løgtingskvinnan heldur, at tað er hóskandi, at nevndin fær freist til í november at gera arbeiðið liðugt.