Djordjevic er aftur í KÍ

Aleksandar Djordjevic skal aftur standa á odda fyri kvinnunum hjá KÍ.

Aleksandar Djordjevic skal aftur venja kvinnurnar hjá KÍ. Hetta veit Norðlýsið at siga í kvøld. Blaðið skrivar, at partarnir hava gjørt sáttmála.


Seinastu tvey árini hevur Aleksandar Jovevic staðið á odda fyri KÍ-kvinnum, sum í fjør, eftir 17 ár á trónuni, máttu lata føroyameistaraheitið til kappingarneytarnar í EBS/Skála.


Djordjevic, sum seinasta hálvt triðja kappingarárið hevur verið venjari hjá kvinnunum í B36, hevur áður verið venjari hjá KÍ-kvinnunum í tilsamans sjey ár, og hvørt einasta ár bleiv KÍ føroyameistari.