Tað tykist, sum vit í Føroyum standa við eitt vegamót, hvat djórarættindum viðvíkur. Djóraverndarfelagið hevur fleiri ferðir fyrr víst á, og gera tað aftur nú, at lógirnar um djórahald í Føroyum eru alt ov veikar.
Grein eitt og tvey í lógini um viðferð av dýrum ljóðar soleiðis:
- Dýr skulu viðfarast forsvarliga og skulu ikki av vanrøkt, overving ella á annan hátt vera fyri óneyðugari líðing. Hvør, sum heldur dýr, skal syrgja fyri, at dýrið fær nóg mikið og hóskandi fóður og drekka, og at tað í aðrar mátar verður hildið og røkt forsvarliga, herundir at tilhaldsrúm hjá dýrinum er forsvarliga innrættað.
- Orðingarnar eru so kámar, at tað er sera torført at staðfesta, at lógin er brotin, sigur Djóraverndarfelagið, sum heldur at djóraverdnarlógirnar eru ótrúliga vánaligar.
- Tær veita ikki djórunum nakra vernd.
Í stuttari viðmerking sigur Landsdjóralæknin, at djóralógin í Føroyum er sera elatiskt. Orðingarnar eru ikki neyvar, men heldur at fata sum leiðbeiningar, og tí opnar fyri tulkingum. Í grannalondum okkara er ofta neyvt ásett, hvussu nógv pláss djórini skulu hava, hvussu nógva føði tey skulu fáa og so framvegis. Í føroysku lógini standa minni ítøkiligar orðingar, so sum nóg mikið, nøktandi, óneyðugari, og orðið forsvarliga verður nýtt fleiri ferðir.
Bjørn Patursson á Búnaðarstovuni sigur, at teir halda seg til metingina hjá djóralæknanum, tá teir fáa mál um djórapínslu.
- Tað kann ofta vera torført hjá fólki av meta um, hvat er djórapínsla og misrøkt og ikki. Onkur heldur kanska, at tað er synd at djór standa úti í regni og vindi, men tað merkir ikki, at talan er hvørki um misrøkt ella djórapínslu. Tí sigur lógin, at ein djóralækni skal staðfesta, um talan er um djórapínslu, um vit skulu gera nakað við málið, sigur hann.