Serbin Novak Djokovic vann í dag mansfinaluna í ársins Wilbledon-tenniskapping ímóti spaniumanninum Rafael Nadal. Dysturin fór í fýra sett, sum endaðu 6-4, 6-1, 1-6, 6-3.
Novak Djokovic spældi serliga væl í 2. setti og noyddi Nadal at gera fleiri mistøk. Kortini menti Nadal seg aftur í 3. setti, men í fjórða setti var Djukovic aftur omaná.
Hetta var tann triði Grand Slam-sigurin hjá Novak Djukovic og hansara fyrsti Wimbledon-sigur. Í fjør vann Rafael Nadal Wimbledon.