Hálvfinaludysturin í US Open í kvøld millum Roger Federer og Novak Djokovic bleiv júst so spennandi, sum ein dystur millum tveir av heimsins bestu spælarum av røttum eigur at vera.
Tað var eingin ivi um, at meginparturin av teimum 20.000 áskoðarum hildu við Federer, og í byrjanini sá tað eisini út til, at hann fór at vinna. Men Djokovic kom afturíaftur og vann at enda ta drúgvu hálvfinaluna 6-7, 4-6, 6-3, 6-2, 7-5.
Í finaluni skal Novak Djokovic spæla ímóti annaðhvørt Andt Murray ella Rafael Nadal, sum møtast í hinari hálvfinaluni.










