Djørv ung fólk við góðum penni

Her eru vinnararnir í skrivikappingini fyri næmingar í 9. flokki. Tað vóru 21 handrit latin inn til kappingina, men tað vóru bara gentur

Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám, hava skipað fyri skrivikapping fyri næmingum í 9. flokkunum kring landið.

 

Næmingarnir kundu sjálvi velja, hvat tekstaslag tey skrivaðu, tað kundi vera yrkingar, stuttsøgur, yrkistekstir ella annað, einasta treyt var, at heitið ”Gluggi” á ein ella annan hátt var umboðað í tekstunum.

 

Tríggir teir bestu rithøvundarnir vinna eitt skeið á norðurlendskum rithøvundaskúla í Svøríki frá 3. til 9. august.

 

Nummar fýra og fimm fáa eitt árslimaskap í Bókadeildini. Umframt hetta eru 10 tekstir valdar til at koma við í ein bókling, sum Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út og Mentamálaráðið hevur fíggjað, og sum skal brúkast í undirvísingini í føroyskum í framhaldsdeild fólkaskúlans.

 

Í dómsnevndini vóru Sámal Soll fyri Rithøvundafelagið, Anja Pálsdóttir fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Rannveig Hovgaard fyri Móðurmálslærarafelagið, umframt Solveig Debess fyri Nám, sum ikki hevði atkvøðurætt.

Dómsnevndin kendi ikki nøvnini á rithøvundunum, áðrenn dømt varð.

 

21 tekstir komu inn til kappingina. Dómsnevndin hevur lagt dent á, at rithøvundarnir hava verið trúgvir mótvegis treytini um, at heitið ”Gluggi” skal verða umboðað í tekstunum. Eisini hava teir lagt dent á, at næmingarnir hava hildið seg til tað tekstaslagið, tey hava valt.

 

Dómsnevndin heldur, at nógv djørv ung fólk eru í Føroyum, sum duga væl at skriva, og tey fegnast um, at fleiri ymisk tekstasløg vóru umboðað.

 

Tey undrast tó eitt sindur á, at bara gentur hava latið sítt íkast til kappingina, ongin drongur tekur lut.

 

Nr.1

Nummar eitt gjørdist Jórunn Maria Dalsgaard við stuttsøguni ”Gluggi.” Talan er um eina furðusøgu og søgan er gjøgnumførd, búgvin og heilskapað, og málið er gott. Rithøvundurin hevur sans fyri hvørjum smáluti uttan at gloyma heildina.

Søgan er spennandi og eitt sindur óhugnalig. Endin er opin og letur lesaran eftir við nøkrum ósvaraðum spurningum, har vit verða konfronterað við tey val, lívið hevur at bjóða øllum menniskjum.

”Brádliga var vatn allastaðni; í nøsini, í munninum, og í lungunum. Eg sá onki og brúkti alla orku upp á at fáa beinini at sparka meg upp móti vatnskorpuni. Tá mintist eg, hvat vatn, eg júst var lopin úti: Mare Mortalis. Hav teirra deyðu”

 

Nr.2

Nummar tvey gjørdist Vár Fossdal Sjóðklett við yrkingini ”Úr glugganum sá hann alt”.  Vár hevur eitt gott og lætt mál í yrkingini, og hon er trúgv í móti tekstaslagnum. Dómsnevndin heldur, at yrkjarin er upprunaligur og búgvin í sínum yrkingarmáta, og at tað er spennandi at velja eitt stað, sum øll kenna, eitt bussteðgistað, sum snúningsás fyri hendingunum. Myndirnar eru frálíkar í yrkingini, og huglagið vekir minnir hjá lesaranum.

 

”Hann hevði hoyrt bønina

hann

ið hevði sitið við gluggan og sæð alt

Nú stóð hann við sandin

Sá meg svimja við teir svørtu klettarnar

Klettarnir

har brimið kastar seg upp

Klettarnir

ið skóru hol á mína køldu sárbæru húð”

 

Nr. 3

Nummar trý gjørdist Alda Sigurdsdóttir Lamhauge við stuttsøguni ”Gluggi”. Stuttsøgan er sera búgvin, har rithøvundurin letur ein lut – í hesum førinum eina pappeskju – gerast symbolið fyri verjuni móti umheiminum, men har hon eisini letur myndamálið gerast bókstaviligt.

Málið í søguni er lætt og gott, og rithøvundurin er trúgv móti tekstaslagnum.

”Eg hyggi inn í floksstovuna, sum eg geri hvørt ár, og seti meg niður við aftasta borðið. Eg taki frástøðu frá øllum hinum beinanvegin. Eg hyggi út í gjøgnum gluggan, sum eg havi skorið í pappeskjuna, júst sum mær dámar tað best. Tað er tann sami flokkurin sum í fjør”.

 

Nr. 4

Nummar fýra gjørdist Tóra Isaksen við stuttsøguni ”Fullmáni”, sum er ein nútíðar vampýrsøga.

Søgan er stutt og væl skrivað. Tóra megnar til fulnar at halda seg til evnið og lúka burtur alt tarvleyst uttanumtos. Hon megnar at endurgeva kenslurnar hjá einum blóðsúgvara, so vit sita eftir við einum slagi av forstáilsi fyri honum.

”Eg renni oman eftir kirkjubrekkuni, hoyri kirkjuklokkuna ljóma sum ein ávaringarklokka í einum brennandi bygningi. Ein vamlislig kensla av einum hjarta, ið er um at spreingjast og sorlast sundur í túsundtals putlispælsbrikkar. Ongar kenslur, eitt hjarta fylt við mjørka og einsemi”

 

Nr. 5

Nummar fimm gjørdist Ingrid Larsen við stuttsøguni ”Gluggi”.

Í fyrstuni letur tú teg villeiða av, at hetta er ein vanlig kærleikssøga um forelskilsi millum tvey ung, men endin ger stuttsøguna øðrvísi og lyftir hana upp um eina vanliga gerandisliga søgu. Málið er lætt og gott, og lesarin situr eftir við eini kenslu av nøkrum óvæntaðum, sum krevur nærri umhugsan.

”Luftin bleiv meiri og meiri fylt av spenningi og kærleika. Er hetta tað opið? Er hetta kjansurin at gera hann til mín? Ella er hetta bert ein gluggi, sum eg líka síggi eitt sindur av?”

 

Á myndini  eru teir 10 ungu rithøvundarnir úr 9. flokkum kring landið, sum vórðu heiðraðir í Norðurlandahúsinum nú seinnapartin.

Tey eru, ytst frá høgru, Alda Sigurðardóttir Lamhauge, sum varð nummar trý, Anny Vinther Egholm, Ingrid Larsen, sum varð nummar fimm, Jórun Maria Dalsgarð, sum varð nummar eitt, Kassandra Sandá Joensen, Rannvá Andrassardóttir Midjord, Rúna Hoydal Brimnes, Tóra Isaksen, sum varð nummar fýra og Vár Fossdal Sjóðklett, sum var nummar tvey.