Ein narkostjóri við hjánavninum, Djevlakommandanturin, er handtikin í Meksiko.
»El Comandante Diablo«, sum í veruleikanum eitur David Rosales Guzman, er bara í august tengdur at 19 drápum, og er hartil undir illgruna fyri burturflyting og vápnað álop. Hann er kendur fyri at hava hongt fleiri av ofrunum frá brúgvum í ymsum meksikanskum býum sum ávaring til onnur.
Tað skrivar norska blaðið vg.no.
Sambært løgregluni varð Guzman handtikin í ídnaðarbýnum Monterrey í norðrara parti av Meksiko.
Hann er ein av leiðarunum í harðrenda Gulf-kartellinum. Virksemið hjás Gulf-kartellinum umfatar nakrosmugling, burturflyting, hóttanir og innkrevjing av verjupengum. Samtakið verður roknað fyri at vera ógvuliga harðligt, eisini sammett við aðrar mafiabólkar í Meksiko.
Av øllum mafiabólkunum í Meksiko er Gulf-kartellið hitt elsta. Talan er um altjóða virksemi við greinum til Europa, Vestafrika, Millumamerika, Suðuramerika og USA.