Djevla tónleikur á Fjarðafestivalin

Tann svenski bólkurin Jerusalem er ein legenda innan kristiligan tónleik, og á Fjarðafestivalinum verður høvi at hoyra hann.

Bólkurin varð stovnaður av nøkrum ungum dreingjum frá Gøtuborg í 1975, ið høvdu ein boðskap at breiða út á ein øðrvísi hátt. Teir spældu nevniliga harðan rokk tónleik. Hetta var hvørki væl dámt ella kent innan kristiligan tónleik.
Jerusalem var tann fyrsti bólkurin í Skandinavia, ið byrjaði at spæla so harðan tónleik við kristnum boðskapi. Av tí bleiv tónleikurin róptur djevla tónleikur. Men hetta steðgaði ikki dreingjunum.
Tann slóðbrótandi bólkurin hevur ferðast víða kring heimin við tónleikinum m.a. í Onglandi, Belgia og Fraklandi. Teir hava verið mangari konsertferð í USA og hava havt sjónbond sýnd á MTV. Teir hava havt óteljandi hittløg og hava selt ómetaliga nógvar fløgur gjøgnum árini. Jerusalem hevur útgivið 16 fløgur sum bólkur, og eisini hevur sangarin givið út 7 solofløgur. Júst nú hava teir útgivið ein DVD av tí, at teir hava verið saman sum bólkur í yvir 30 ár.
Pallurin á Fjarðafestivali verður ivaleyst rokkaður um koll, av tí karismatiska og orkumikla oddamanninum Ulf Christiansson!
Meira kann lesast og hoyrast um Jerusalem á HYPERLINK www.jerusalem.se www.jerusalem.se og HYPERLINK www.myspace.com/jerusalem www.myspace.com/jerusalem ulfchristiansson