Djarvar verkætlanir við stórum ávøkstri

- Hugskotini, sum í dag geva størstan ávøkst, finna vit ofta í teimum djarvastu og mest nýhugsandi verkætlanunum. Men hesar hava ofta sera stóran váða, og kanska er ikki meira enn ein út av tíggju, sum bera seg. Tær, sum bera til, kunnu afturfyri geva nóg mikið av sær til at gjalda fyri allar hinar, segði Jóhan Dahl, tá hann setti vinnudagin

Vinnudagur

 

Tað var Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum setti vinnudagin í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjadag.

- Hetta er dagurin, tá vinnulívsfólk úr øllum landinum koma saman at fáa nýggjan íblástur og at tosa um møguleikarnar fyri framman. Hetta er eisini tað mest týðandi í vinnulívinum - at síggja møguleikar, har onnur síggja forðingar og at taka við avbjóðingunum á vegnum frameftir.

Landsstýrismaðurin segði, at í heimsfevnandi búskaparkreppuni eru nógvir møguleikar.

- Tá fortreytirnar brádliga broytast, ræður um at halda høvdið kalt og at síggja møguleikarnar, sum í krepputíðum kunnu tykjast fjaldir – og serliga, tá onnur royna at loysa trupulleikar úr fortíðini við gomlum amboðum, er snilt at taka við nýggjum avbjóðingum á ein nýggjan hátt, sum hann tók til.

Jóhan vísir á, at føroyingar eru vanir við stór búskaparlig sveiggj tí soleiðis hava korini altíð verið her hjá okkum – í fiskivinnuni, alivinnuni og í handverksvinnunum.

- Hetta er ein fyritreyt, vit liva undir, og vit eiga nú at brúka okkara drúgvu royndir til at laga vinnuna til broyttar umstøður. Við góðum treysti skulu vit síggja verandi vinnur við nýggjum eygum, og vit skulu troyta nýggju møguleikarnar, ið globali marknaðurin letur upp fyri okkum.

Hann segði, at ein av hesum møguleikunum, ið ofta hevur verið umrøddur, men sum ikki rættiliga hevur eydnast enn, er at bjóða Føroyar – fyritøkur og brúkarar – fram sum royndarland fyri nýggj vinnulig frambrot á heimsmarknaðinum.

- Bera vit okkum skilagott at og standa saman um málið, kann land okkara gerast eitt slag av rannsóknarstovu á alskyns økjum. Um vit vilja, kunnu vit gerast royndarland innan ílegutøkni, kunningar- og samskiftistøkni, nýggjar orkuloysnir og – ikki minst – innan cleantech, sum í hesum døgum stendur ovast á breddanum nógvastaðni.

Cleantech kann í stuttum lýsast sum nýggj tøkni, ið ger, at vit kunnu varðveita livistøðið og betra lívsgóðskuna, samstundis sum vit verja umhvørvið.

- Vit eru so heppin, at nú allur heimurin stendur fyri ovurhonds stórum umhvørvisligum avbjóðingum, eru vit kanska eitt tað besta staðið í heiminum at royna nýggjar cleantech-loysnir í. Júst hetta, at vit eru fáment, isolerað, men kortini eitt fult útbygt og framkomið land, gevur okkum heilt serligar fyrimunir at gera royndir við nýggjari tøkni í fullum skala, segði hann.

Landsstýrismaðurin vísti á, at tað ber til at økja munandi um grønu orkuna í Føroyum.

- Men av tí, at vit ikki eru samanbundin við el-net í øðrum londum, mugu vit finna aðrar vegir at fáa til vega alla ta grønu, men óstøðugu orku, sum vit megna at framleiða. At goyma streym í el-bilum, og seinni eisini í el- ella vetnisriknum bátum og skipum, kann gerast ein loysn fyri okkum, sum eisini kann nýtast úti í heimi.

Hann segði, at tað ber til at økja munandi um framleiðsluna av grønari orku í Føroyum.

- Trupulleikin er, bæði hjá okkum og nógva aðrastaðni í heiminum, at fáa alla hesa óstøðugu orku til høldar. Ein trupulleiki sum møguliga kann loysast rættiliga einfalt við at brúka el-bilar sum orkugoymslu - og við at pumpa brúkta vatnið frá turbinunum niðan aftur í vatngoymslurnar við vindmegi fyri so at brúkast umaftur.

Landsstýrismaðurin helt, at Føroyar - við sínum veðurlag og stuttu strekkjunum – eru sum skræddaraseymaðar til el-bilar, og áhugin er longu stórur at nýta Føroyar sum royndarland.

- Eg eri sannførdur um, at vit eiga at taka hesa avbjóðingina upp á okkum, og at vit eiga at skapa umstøður til, at sum mest av samferðsluni í Føroyum verður el-rikin um heilt fá ár. Samstundis skal grøna orkuveitingin útbyggjast so skjótt, sum vit orka, legði hann aftrat.

 

Ílegu-og biotøkni

Fleiri ferði er víst á, at Føroyar eisini innan ílegu- og biotøkni eru framúr væl egnaðar sum royndarland. Skulu vit gera okkum galdandi á hesum økjum, mugu vit fyrst skapa grundarlag fyri einum góðum framtíðar granskingarumhvørvi.

Jóhan helt, at við støði í P/F Fiskaaling og í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetrið, Heilsuverkið og Havstovuna, hava vit byrjanina til tað, sum kann gerast eitt náttúrutøkniskt granskingarumhvørvi í heimsflokki.

- Í dag er granskingin tó alt ov spjadd, ov lítið sjónlig og illa útgjørd. Skal vinnugransking mennast, er týðandi, at hon fær nøktandi karmar. Eg haldi tí, at vit eiga at taka stigið fult út nú og byggja granskaraparkina, sum so leingi hevur verið ávegis.

Hann segði, at tá vit brynja okkum til framtíðina, er eisini sera umráðandi, at verandi vinna fær treytir at virka undir, ið gevur henni skotbrá til umstilling og endurnýgging.

- Eitt nú er umráðandi, at føroysk byggivinna fær umstøður at mennast, og at skipasmíð ikki fer fyri bakka. Tann førleikin, sum føroyskir handverkarar, maskinmeistarar, verkfrøðingar og onnur hava fingið í verandi vinnum, verður eisini tørvur á, tá vit skulu taka til okkum nýggja tøkni og verða við til at menna heiminum nýggjar loysnir. Hetta hava vit sæð í teimum nýggju uppfinningunum og framleiðslunum, sum føroyingar eru farnir undir seinnu árini. Royndir – serliga úr sjóvinnuni – saman við nýggjari akademiskari vitan og góðum handverki liggur til grund fyri flest øll nýbrot seinnu árini.

Landsstýrismaðurin nevndi sum dømi orkusparandi trollemmar, nýggjar trolgrunnar, sum bæði spara havbotnin og orku, og eisini high-tech verkætlanir, sum tann hjá Decision 3, ið bleiv heiðrað sum Ársins Átak í fjør.

- Men hóast hugskotini eru nógv og dirvið stórt hjá slóðarum, so er alt ov lítið av váðafúsum kapitali í Føroyum, segði hann.

Jóhan vísti á, at hugskotini, sum í dag geva størstan ávøkst, finna vit ofta í teimum djarvastu og mest nýhugsandi verkætlanunum.

- Hesar verkætlanir hava sera stóran váða, og kanska er ikki meira enn ein út av tíggju, sum bera seg. Men tær sum bera til, kunnu afturfyri geva nóg mikið av sær til at gjalda fyri allar hinar.

Hann vísti á, at hesa uppgávu lyftir privati marknaðurin ikki sjálvur, hvørki í Føroyum ella úti í heimi, og tí má tað almenna hava ein virknan leiklut í nýskapandi íverksetan.

- Eg havi tí sett arbeiðið í gongd at gera uppskot til, hvussu sáð-kapitalur kann útvegast teimum mest nýskapandi verkætlanunum í Føroyum, so tær kunnu búnast.

 

Fígging útvegast

Hann ásannaði, at einsamalt er hetta tó ikki nóg mikið.

- Skulu størstu vakstrarmøguleikarnir troytast, má eisini fígging finnast at fíggja slíkar verkætlanir, tá ferð kemur á vøksturin. Tá krevjast kapitalsterkir íleggjarar, sum bæði klára at bera nógvan váða, og sum eisini hava tøkniligan og marknaðarligan serkunnleika og altjóða netverk. Tí eru vit farin undir verkætlanina “Føroyar sum íløguland”, sum hevur til endamáls at marknaðarføra Føroyar fyri íleggjarar kring allan heim.

Landsstýrismaðurin segði, at marknaðarføringin tekur støði í arbeiðslagnum hjá FAS, sum við miðvísari marknaðarføring millum útvaldar íleggjarar hevur eydnast at fáa stór útlendsk reiðarí at stevna inn í føroysku altjóða skipaskránna.

- Fyri at marknaðarføringin av Føroyum sum íløguland skal røkka sum longst, skjótast og bíligast, hevur Vinnumálaráðið fingið avtalur við ymsar stovnar, sum eitt nú Dansk Industri, og altjóða felagskapir, ið hava til endamáls at fremja íløgur kring allan heim. Í arbeiðnum at marknaðaføra Føroyar sum íløguland verður samskift beinleiðis við hesi netverk. Vinnumálaráðið hevur eitt nú atgongd til allar limirnar hjá Dansk Industri, og Vinnumálaráðið setir seg eisini beinleiðis í samband við íleggjarar í ymiskum londum, serliga í Danmark og Bretland, segði vinnumálaraðharrin, Jóhan Dahl, tá hann setti vinnudagin.