DJ Switch, Spencer Jones og DJ Knýtil á Undirbeat

Leygarkvøldið vera DJ Switch, Spencer Jones og DJ Knýtil at hoyra á Undirbeat. Vilt tú sleppa undan vetrarkulda og myrkri? So er Undirbeat mest sjálvsagda og logiska loysnin. Glitur, bleiktrandi neon, pumpandi electro, saftigar house/techno rútmur; til Undirbeat er í roynd og veru ongantíð vetur, bert summar og soul!

 

Lat teg kul ella kiksað í, vís tíni kynstur á dansigólvinum ella fjáka, sum tær lystir. Tónleikinum komandi leygarkvøld syrgja tríggir ekvilibristiskir garpar fyri:

 

DJ Switch (Pætur Magnussen) er, hóast ungur í árum, royndur sum DJ her á landi, og hevur longu í fleiri ár verið fastur fúsur í Eclipse og aðrastaðni. Leygarkvøldið fer hann fyri fyrstu ferð at vísa síni kynstur fyri eini svangari Undirbeat fjøld. Hann hevur greiðar ætlanir um at koyra house stílin heim, og tað fer á ongan hátt at ganga stillisliga fyri seg.

 

Spencer Jones (Rólant av Reyni) hitaði m.a upp fyri íslendska Magga Lego, tá hesin vitjaði Undirbeat fyri stuttum. Einaferð leikti Spencer rútmugittar í Makrel, men í dag er tað farteldan og elektronisku rútmurnar (og ditto klangirnir), ið fylla hansara hugaheim.

 

DJ Knýtil (Knút Háberg Eysturstein) er ein av knokkunum handan Undirbeat, svorin vinyl fjeppi og ikki minni svorin tónleika nørd. Hann fer at borðreiða við spillfeskum electro house; fronskum, týskum, svenskum, hollendskum, og einum lítlum frískligum skvetti av amerikonskum old school funk.