Ein av høvuðsfyrireikarunum av tiltøkunum "Einum degi á Grynnuni" og "Slaktið", ið bara fara fram í Tórsgøtu í Havn er Kári Sørensen.
Kári Sørensen hevur nógv um at verða, og fartelefonin ringir javnt og samt, men hann gav sær tíð til at práta við reportaran hjá Rás2, Óla G. Samuelsen.
Prátið snúði seg um alla ta fyrireiking sum krevst tá reikað verður fyri "Einum degi á Grynnuni", og allir snøklar ið eru tá tað seinasta skal fáast uppá pláss.
Kári Sørensen er takksamur fyri alla vælvild, ið verður sýnd tiltakinum "Einum degi á Grynnuni", men tað eru ikki bara ljós skýggj fyri framman hjá tiltøkunum, ið hann reikar fyri.
Kári Sørensen nam við nýggju djóraverndarlógina, ið er fyri nógvum atfinningum tí hon tekur ikki atlit til føroyska matmentan og føroyska veiðumentan. Kári Sørensen vónar ikki, at tiltøk ið fremja føroyska tilfeingið fara at detta niður fyri orsaka av nýggju djóraverndarlógini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Kára Sørensen.