Ljóðsamrøða á Rás2: - Vit mugu bara ganga út frá, at tað eru alvorliga sjúk fólk, sum finna upp á at gera slíkt, sigur Rannvá Tórgarð frá Djóraverndarfelagnum.
Tíðindini um hundahvølpin, sum varð tikin og lagdur aftur deyður í kjallaranum hjá ánaranum í gjárkvøldið, hava av álvara fingið Djóraverndarfelagið at øtast. Men tað er tíverri ikki eindømi.
- Vit hava hoyrt um slíkt fyrr, men tíbetur hendir tað ikki ofta, sigur Rannvá Tórgarð og vísir á, at tað hevur týdning, at man fær reglur fyri hvør kann fáa djór og ikki.
- Vit áttu at gjørt nakað fyri, at fólk, sum gera slíkt, ikki hava møguleika at fáa djór, sigur Rannvá Tórgarð og rør uppundir eitt djórakoyrikort.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Rannvu Tórgarð, sum var á Rás2 í dag.