Heilsufrøðiliga starvsstova mótmælir nú greinina um grindadráp, kyksilvur og atferð føroyinga, sum Claus Hancke skrivar í Ugeskrift for Læger 14. juli. Í einum rættiliga persónligum aftursvari setir Peter Østergaard fleiri perspektiverandi spurnartekn við niðurstøðurnar hjá danska læknanum.
Sum djóralækni ivast Peter Østergaard í, um tað er meira menniskjaligt at eta høsna-, svína- og neytakjøt enn grind. Hann vísir á samlaðu líðingarnar, sum hesi framleiðsludjór mugu ígjøgnum, líka frá tey verða tikin frá mammuni, gjøgnum uppvøksturin í hørðum og strongdum ídnaðarfjósum og til mangan longu ferðina fram til slaktið, ið »humant« fríar djórini frá meiri ræðuleikum.
»Ud fra dette burde vi faktisk alle leve af kød fra grindehvaler«, skrivar Peter Østergaard, sum eisini undrast á, at Claus Hancke uttan kritiskan sans glaðbeintur góðtekur pástandin um, at føroyingar eru meiri harðligir enn onnur fólk, tí vit hava meiri kyksilvur í blóðnum.
»Med adskillige års erfaring fra et liv blandt færinger, kan jeg nævne op til flere nationers befolkninger, der efter denne nye avancerede aggressions-målestok, må ligge med et betydeligt væsentligt højere kviksølvtryk, end den færøske«, sigur Peter Østergaard í brævinum, ið er sent Ugeskrift for Læger. Brævið kann lesast í fullari longd aðrastaðni í blaðnum.