Djóradagarnir verða í mai

Eitt tað størsta barna og fam­ilj­utiltakið ­í árinum er nú fyri framman. 24. og 25. mai verður stóra aft­ur­vend­andi tiltakið hjá Før­oya Ríðingarfelag úti í Havn­ar­dali.

Hetta er 16. ferð at tiltakið er á skrá. Frá at vera eitt lítið hugna­tiltak við nøkrum fá­um básum við djórum, er hetta vaksið til at vera tað helst størsta tiltakið her á land­ið, ið er beinleiðis evn­að til at vera til børn og barns­ligar sálir. Børn koma hes­ar báðar dagar, úr øllum herðas­horn­um í landinum. Summi koma sjálvi, summi við for­eldrum og aftur onnur við omm­um og abbum. Tað sum er fel­ags fyri øll, er at tey vanliga hava eina sera hugna­liga løtu saman.

Hesir báðir dagarnar fáa børn­ini høvið at koma í sam­band við tey djór, ið tey ann­ars ikki hava høvið at síggja í dagligdegnum. Her eru neyt, gæs, dunnur, ross, hund­ar umframt nógva ann­að, m.a. nøkur eksotisk djór­a­sløg ið heilt sjáldan eru at síggja. Nógvar á­hug­a­verd­ar fram­førsl­ur vera eis­ini, m. a. vísa reið­fólk síni evn­ir á ross­­a­­­baki. Sjálv­andi er eisini kaffisøla, hopp­i­borgir og so tað sum børn­ini van­liga gleða seg mest til, nem­liga tað at sleppa til pon­y­ríð­ing. Tað munna vera nógv børn ið hava verið fyrstu ferð á rossabakið til hetta tiltak. Summi av teim­­um hava fingið brell og hava nú sína dagligu gongd, á felagsøkinum hjá Før­oya Ríðingarfelag úti í Havn­ar­dali.