Dan av Lofti
-----
Alt gott um djóradagin í havnadali – tó eitt minus ella tvey! Eg og daman vóru farin úr Streymnesi Sunnudagin 29. mai til Havnar fyri at uppliva eitt av fleiri tiltøkum, sum Føroya Ríðingarfelag hevði lýst við; mær vitandi bæði í bløðunum og á heimasíðuni rossfo.blogspot.com at byrja kl 16.30 báðar dagarnir nemliga »Politihundar vísa kynstur«
Tað vóru fleiri við okkum, sum høvdu leitað sær út í Havnardal fyri at síggja hettar tiltak, sum lýst varð við. Tá vit koma út har, sær tað ikki út til at nakað er á skránni. Eg royni at hyggja umkring fyri at vita, um nakað er, og daman fer so at spyrja ein av oddamonnunum í felagnum um, hvussu er og ikki!? Hon fær bara vita, at hettar er avlýst, og tað var tað eisini í gjár grundað á forfall/sjúku
Tað minnsta fyrireikarnir gera er at rætta broytingar o.a á heimasíðuni og gjøgnum útvarpið boða frá, at hettar tiltakið verður avlýst. Ongin kunning var á umráðnum yvirhøvur til tann vitjandi. Og tað var nú heldur ikki heilt ókeypis at koma inn. 50 kr fyri vaksin fyri at uppliva nakað av tí sum í skránni stóð til at verða.
Ein og hvør veit, at ein ávís líkasæla ræður í Føroyum, men álvaratos alt við máta. Fyrirekarnir kundu havt okkurt alternativ til hettar, sum upprunaliga skuldi verða. Man má hava ein plan-B í tilfeldi av, at okkurt skuldi miseydnast. Hundafeløg eru fleiri av í Føroyum, so okkurt annað áttu teir at kunna bjóðað.