– Nú niðurteljingin til nýggjárið av álvara er byrjað, vilja vit heita á alt føroya fólk um taka atlit til djórini, tá skotið verður, sigur Djóraverndarfelagið í áheitan til fólk á Facebook.
Djóraverndarfelagið sigur, at tað er á nýggjárinum, at flest djór villast burtur frá heiminum, tí tey blíva kløkk og ræðslusligin, tá fýrverk verður skotið.
Tí verður eisini mælt til, at húsdjórini eru inni á nýggjárinum og ikki sleppa út at ganga.
Eisini mugu fólk taka atlit til onnur djór og ansa eftir, at tey standa væl, og at tey hava møguleika at søkja sær skjól.
– Óttin kann raka tey øll. Eisini ross, hønur, gæs, kaninir og onnur djór, sum oftast standa úti, sigur Djoraverndarfelagið.