DJ?ÓR á Undirbeat

Leygarkvøldið fer slóðandi elektrotiltakið Undirbeat aftur av bakkastokki.

Hesaferð verður tað við spildurnýggjum, tó

elektroniskt royndum, plátuvendara snillingi. Talan er um DJ, sum gongur undir heitinum DJ?ÓR.

Handan DJ?ÓR stendur tónleikarin Janus Rasmussen, sum í Føroyum m.a. er kendur sum garrvilli og karismatiski sangarin í Lama Sea.

Janus flutti til Íslands fyri einari tíð síðani. Her er hann er virkin í íslendska elektro-synth-poppbólkinum Bloodgroup, sum ger alsamt meira um seg á íslendska tónleikapallinum. Janus er heima í Føroyum

hetta vikuskiftið og leygarkvøldið fer hann at vísa síni kynstur við heimagjørdum elektrotónleiki handan DJ-pultin. DJ?ÓR setir hol á kvøldið, so tað ræður um at vera á dansigólvinum frá byrjan av!

 

Tá DJ?ÓR er liðugur, fara JamesJames (Høgni E. Magnussen) og DJ Knýtil (Knút H. Eysturstein) at borðreiða við dygdargóðum elektrotónum restina av kvøldinum. Her eru aftur útlit fyri einum megnar kvøldi.

 

Skráin fyri kvøldið verður altso:

DJ?ÓR 24.00-01.00

JAMESJAMES 01.00-02.20

DJ KNÝTIL 02.20-03.45

 

Kostnaðurin er 50 kr

 

Møtið fjølment, møtið til tíðina!

 

Vilt tú vita meira um Undirbeat, kanst tú vitja myspacesíðuna hjá teimum: www.myspace.com/undirbeat