Djúphugsni-dagur í Tofta skúla

Tofta skúli fer nú undir eitt nýtt tiltak, sum tey kalla Djúphugsni-dagar Ætlanin er at hava 2 djúphugsnidagar um árið, har endamálið er fordjúpa seg í ymiskum lærugreinum. Týsdagin 27.november fer fyrsti Djúphugsnidagur av bakkastokki. Evnið hesaferð er støddfrøði.

Næmingarnir fáa høvi at arbeiða í verkstøðum, har uppgávurnar umfata ymiskar roknitættir, so sum talvenjing, mát, rúmd og lutfall.

Djúphugsnidagin verða næmingarnir skipaðir í bólkar, soleiðis at teir arbeiða saman við næmingum úr øðrum flokkum. Sagt verður av skúlanum, at hetta eisini er ein øðrvísi skúladagur á tann hátt, at næmingarnir fáa frukt klokkan 9.30, og klokkan 11 fáa øll mat frá skúlanum. Dagurin endar við einum felagstiltaki.