Djúpa vatnið ikki vanda­sjógvur

Boring Kanningar hjá BP vísa, at djúpa vatnið ikki var orsøkin til óhappið í Meksikoflógvanum staðfestir Jarðfeingi

– Tey, sum hava lisið frá­greið­ingina hjá BP um óhapp­ið í Meksikanska flógv­anum, síggja nú, at tað er ikki tað djúpa vatnið, sum hevur verið orsøkin til ta van­lukkuna, og tí gevur frágreiðingin ikki nakrar ábendingar um, at tað er vandi á ferð at bora á djúpum vatni við Føroyar.
Hetta sigur Mein­hard Elias­sen, ser­frøð­ing­ur í trygd­armál­um á Jarðfeingi. Hann vís­ir eisini til, at eftir BP van­lukkuna er oljuídnaðurin farin at endurskoða sín­ar trygdarskipanir. Eitt nú hevur oljufelagið ENI, sum stendur fyri bor­ingini við Føroyar, modi­fiserað og útbygt sínar trygdarskipanir um­borð á boriskipinum West Phoenix í sambandi við trygdarventilin (BOP, red). Hetta er tann trygdarventilurin, sum skal forða olju og gassi bráddliga at koma upp úr boriholinum og harvið elva til dálking. Teir hava við hesum fylgt til­ráðingunum, sum komu tíðliga í vár um at kanna BOP ventilarnar, hvussu væl teir virka, tá tað kemur til stykkis.
Meinhard Eliassen sigur, at ENI í Føroyum við sínum broytingum hevur hækkað hydrauliska trýst­ið, sum aktiverar ventilarnar, fyri at vera vís í, at teir klára at klippa ein og hvønn part av einum boristrongi. Hann er annars vísir í, at tær tillagingar, sum ENI longu hevur gjørt í Føroyum og sum gjørdu, at boringin mátti steðga í meira enn tríggjar vikur, helst eisini fara at verða settar í verk umborð á øðrum boripallum um stutta tíð.
Boringin á landgrunn­in­um heldur tí fram utt­an at føroysku oljumyndug­leik­arnir hava ampa av út­søgnunum hjá eitt nú Green­peace.