Levi Mørk, leiðar í Ungdómshúsinum sigur, at opið verður frá klokkan 22 til 02. Hann leggur dent á, at tiltakið er í rúsfríum umhvørvi - og kostar 50 krónur. Tað verður Pandaboy, sum verður DJ.
Tiltakið í Frítíðarskúlanum í Hoyvíkar skúla er til ung millum 13 og 18 ár.
Klubb 188 ætlar annars at hava okkurt at bjóða teimun ungu av og á, har tey sjálvi seta dám á tiltøkini. Levi Mørk vísir á, at Oniontree og dansibólkurin Biit hava framført í KLUBB 188.
- Men hesaferð er tað fyrstu ferð, at vit hava DJ og VJ SHOW í Klubb 188.










