Djóni má út í kuldan

Tað verður Djóni Nolsøe Joensen, sum missir løgtingssessin, nú Henrik Old hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður og tekur sítt sæti í løgtinginum.



Djóni Nolsøe Joensen er nevniliga í dag fjórði eykamaður hjá Javnaðarflokkinum á tingi. Henrik Old fekk til síðsta val 387 atkvøður og gjørdist nummar seks á listanum hjá Javnaðarflokkinum.


Djóni Nolsøe Joensen var eitt av varafólkunum, ið tók sæti á tingi 15. september 2015, tá nýggju landsstýrisfólkini hjá samgonguni fingu farloyvi frá tinginum.


Djóni Nolsøe Joensen stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til síðsta løgtingsval, og bleiv nummar trettan á listanum við 135 atkvøðum.

 

Hann sleppur tó at siga eina løtu afturat, tí Helena Dam á Neystabø er á ST-aðalfundi í New York. Hilbert Elisson hevur sitið á tingi fyri hana, men nú kabalin skal leggjast av nýggjum, rýkur hann út í fyrsta umfari. Djóni Nolsøe Joensen fer so aftan á honum út gjøgnum dyrnar, tá Helena Dam á Neystabø kemur aftur úr New York.

 

Enn veit ongin, hvør verður nýtt landsstýrisfólk. Verður tað onkur í sitandi tingbólki, kemur Djóni Nolsøe Joensen tó innaftur sum fastur eykamaður.