DJ Lab fekk ikki lent

Orsakað av ringum veðri er flogfarið, sum skuldi lenda í Vágunum í dag við danska plátuvendarasnillinginum DJ Lab, avlýst. - Flogfarið fleyg uppi yvir Føroyum um 14 tíðina í dag, men mátti venda leiðina til Bergen, tí tað var yvirskýggjað. Vit hava júst nú fingið at vita, at ferðin er avlýst fyri í kvøld, og at tað verður ikki flogið aftur úr Bergen, fyrr enn kl 10.00 í morgin árini, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, ið er ein av fyriskiparunum av Undirbeat.

 

Beatið koyrir alíkavæl

- Vit eru ógvuliga hørm um hetta, heldur hon fram. - DJ Lab er ein framúr góður og spennandi plátuvendari, og mong vóru, ið høvdu glett seg at hoyra hann. Men ballið steðgar hóast alt ikki! Tey, sum hava vónir um eitt peppað, orkuríkt og stuttligt kvøld, skulu fáa tað. Tí hava vit avgjørt at bjóða fýra feitar DJar fram, sum allir væl og virðiliga hava gjørt seg galdandi fyrr á Undirbeat-pallinum: Mrs. Duplo við sínum orkumikla kokkteyli; DJ?ÓR við sínum ultra dansivinarligu tónum; Playmo, sum altíð borgar fyri góðsku av hægstu rók; og DJ Knýtil við fjølbroyttu skrá síni, sum rakar plett hvørja ferð.

 

Stuttleikin ræður

Kvøldsins Undirbeat flytir seg tískil frá Minimal techno til Minimal techno/dance/elektronika og alt møguligt annað gott. Tað verður nógv Undirbeat-kent á skránni, ið kanska serliga er gott hjá júst heimafturkomnu útisetunum, sum í kvøld fáa møguleikan at uppliva eina rúgvu av tí stuttleika, ið tey higartil bert hava hoyrt um?

 

Tónleikurin byrjar kl 00.00 og kostnaðurin er 100 kr.