DJ-lánini sera væl móttikin

Suðuroyar Sparikassi ætlar at koma við einum nýggjum produkti á hvørjum ári. Ársins produkt var í øllum førum væl móttikið.

Ikki kann sigast annað, enn at nýggja ætlanin hjá Suðuroyar Sparikassa við teim sonevndu DJ-lánunum hevur verið væl móttikin av fólki.
Søren Bruhn, stjóri í sparikassanum sigur, at higartil eru 15 % av húslánunum eftir hesi skipanini.
Og verður gongdin hin sama restina av árinum, so verða helst eini 25 % av lánunum innan ársskiftið eitt DJ-lán.
Undirtøkan er so stór, at tey í tíðarbilum ikki hava kunnað arbeitt allar umsóknirnar undan beinanvegin. Tey hava ístaðin verið noydd at skriva nøvnini niður á fólkunum, og síðani viðgjørt umsóknirnar sohvørt.
Við nýggja DJ-láninum bjóðar Suðuroyar Sparikassi kundunum tveir avdráttarfríar mánaðir um árið - t.d. mánaðirnar desember og juni  sum navnið á hesum láninum ber heiti eftir.
Søren Bruhn upplýsir, at hetta produktið er bara eitt av mongum øðrum, sum teir arbeiða við. Teir miða eftir at hava eitt nýtt produkt á hvørjum ári.