Dizzy Mizz Lizzy hevur sínar seinastu framførslur nakrantíð í september í ár. Tað skrivar bólkurin í tíðindaskrivi, sum er sent donskum fjølmiðlum. Ætlanin var at spæla seinastu konsertina hin 21. august, men skráin er nú broytt.
- Bólkurin hevur valt at gevast við tveimum so kallaðum Thanksgiving-framførslum í Århus og Keypmannahavn í døgunum 17. og 18. september. Tá fara teir aftur frá hvør øðrum, verður skrivað, sambært Gaffa.dk.
Dizzy Mizz Lizzy gavst upprunaliga at spæla í 1998. Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis funnu saman aftur í ár, og teir hava framført sangir av fløgunum, sum komu út í 1994 og 1996.
Dizzy Mizz Lizzy var millum størstu rokkbólkarnar í norðurlondum í nítiárunum. Bólkurin slóð av álvara til í 1994 við sangum sum ?Silverflame? og ?Glory?.










