G!Festivalurin fer í morgin á heimasíðu síni at avdúka, at elli gamli gospel bólkurin The Dixie Hummingbirds fer at spæla á G!Festivalinum í ár. Bólkurin verður mettur, sum ein tann týdningarmiklasti innan gospel tónleikin. Bólkurin varð stovnaður í 1920?unum og hevur ferðast innan nógvar greinar av gospel, sum tíðin hevur broytt seg. Bólkurin var stovnaður av James B. Davis og hansara klassafeløgum, fyrstu tíðina sungu tey í kirkjum í grannalagnum, til limirnir vóru lidnir í skúlanum. Síðan var farið at ferðast kring suðurstatirnar í USA. Ì 1938 kom Ira Tucker í bólkin, einans trettan ára gamal. Hansara songgávur og hansara stóra útstráling á pallinum. Hann gjørdist skjótt kendur fyri at vera garrvillur á pallinum, nú 83 ára gamal er neyvan heilt líka nógv lív í Ira, men hann er enn ein somikið sannførandi sangari, at hann og restin av bólkinum, vóru í uppskoti til ein Grammy fyri besta siðbundnu gospel útgávu í ár.
?Teir hava sungið ígjøgnum ta stóru kreppuna, ígøgnum embætisskeiðið hjá trettan amerikanskum forsetum, fýra stór kríggj, fimm ættarlið av amerikanarum og sjey áratíggju av tjúgundu øld. Teir persóngera úthaldni, talent og eldhuga...?
Soleiðis sigur amerikanska soul-legendan Isaac Hayes m.a. um Dixie Hummingbirds. Hetta er ein týdningarmikil bólkur, ið metist at vera ein av teimum, ið James Brown og aðrir fingu íblástur frá, tá teir løgdu lunnar undir soul.
G!Festivalurin fer hesa vikuna av avdúka fimm nøvn, fyrr í dag vóru Young Dubliners kunngjørdir.
Hoyr eisini tónleikin hjá Dixie Hummingbirds á Rás 2, kl 12.50 ímorgin beint áðrenn ynskiløtuna
kelda: wikipedia.org og Gfestival.com











