Disneyland hevur stórar trupulleikar

Disneyland í Fraklandi má hava fíggjarliga hjálp

Euro Disney í París telist millum best umtóktu ferðamálini í Europa, men har gongur einki í løtuni.

Fíggjarliga støðan varð nú blivin so vánalig, at The Walt Disney Company í USA hevur verið noytt at spræna nakrar milliardir krónur afturat í europeiska felagið. Hetta er triðju ferð, at Disneyland í Frakland má hava fíggjarliga hjálp. Tað skrivar CNN Money.

Aktuellu trupulleikarnir eru, at Disneyland hevur stóra skuld, og færri fólk vitja undirhaldsparkina. Í fjør minkaði vitjanartalið hálva aðru millión fólk, og tað sæst aftur á inntøkunum.

Sambært The Walt Disney Company eru yvirgangsálopini í París ein orsøk til skeivu gongdina. Eisini ávirkar fíggjarliga støðan í Europa Disneyland.