Disney viðmælir Baroli til ein Emmy

Baroli Music, ið hittaðu í USA við lagnum Better in Stereo, ið er temalag til Disney sendingna Liv & Maddie, hava fingið enn eitt herðaklapp.

Baroli Music, ið hittaðu í USA við lagnum Better in Stereo, ið er temalag til Disney sendingna Liv & Maddie, hava fingið enn eitt herðaklapp.

Disney hevur boðað teimum frá, at tey hava sent sangin hjár Baroli til Emmy heiðurslønina fyri "Outstanding Theme Song”. Emmy heiðurslønirnar eru eitt slag av Oscars fyri sjónvarpssendingar.

Hetta er ikki ein endalig Emmy nominering, tí Emmy dómsnevndin skal velja millum tey innstendu. Men hetta vísir, at Disney trýr uppá sangin, og er hetta eitt stórt herðaklapp til føroysku Bárð Háberg og Óla Jógvansson, Baroli Music.

Umframt at vera eyðkennislag, er lagið eisini útgivið sum staklag av Walt Disney Records (leinkja til sjónbandalagið er niðanfyri). Sjónbandalagið hevur verið spælt støðugt á Disney Channel í USA og hevur eisini verið spælt nógv á Radio Disney, sum hevur omanfyri 30 milliónir lurtarar um vikuna.


Meiri kann annars lesast um virksemið hjá Baroli Music á Facebook síðuni

Leinkja til eyðkennislagið (intro til "Liv and Maddie" røðina):

Leinkja til sjónbandalag: