Disney: Hesin filmur hevur rasistiskt innihald

Disney ávarar nú ímóti kendum klassikarum

Stroymingtænastan hjá Disney ávarar nú brúkararnar ímóti innihaldinum í ávísum filmum.

Tað skrivar BBC.

Disney+, sum tænastan kallast, ger brúkararnar varugar við, at í ávísum filmum kunnu fólk uppliva rasismu og einstáttaðar – stereotypar – leiklutir.

Disney+ sipar til eldri klassikarar sum »Dumbo«, »Peter Pan«, »The Jungle Book«, »Aristocats« og »Lady and the Tramp«, og sagt verður, at hesir filmar kunnu innihalda neiligar lýsingar og viðferð av menniskjum og mentanum, sum ikki kunnu góðtakast – hvørki tá ella nú.

Eitt dømi um innihald, sum Disney+ ávarar ímóti, er í filminum »The Jungle Book«. Í hesum filmi hevur Louie kongur eina apu við vánaligum málburði, sum syngur jazz og er dovin. Hesin figurur verður lagdur undir at vera ein rasistisk keipumynd av afroamerikanarum.

Sambært BBC vil Disney gera hesa ávaring heldur enn at taka kendu filmarnar úr útboðnum hjá Disney+.