Føroyskt ginn er nú komið á hillarnar í Rúsuni, og er tað felagið Dism, sum framleiðir ginnið, ið hevur fingið navnið Baraldur.
Eyðkendi smakkurin stavar frá einiberum, ið veksa á baraldi, sum er lágvaksin runnur, ið hoyrir til upprunavøksturin í Føroyum harav navnið.
Føroyska ginnið framleitt úr útlendskum einiberum, men vatnið er úr Fransakelduni á Argjum.
Hoyr samrøðuna við Erling Eidesgaard, stjóra í Dism, ið greiðir frá, hví fyritøkan nú eisini er farin undir at framleiða ginn: