So er aftur eitt fjølbroytt vikuskifti á skránni í Club 700. Hesaferð bjóðar diskotekið í Klaksvík til pub quiz, dj-show og tað, sum tey nevna crazy night.
Diskotekið í Klaksvík bjóðar nærum hvørt vikuskiftið til øðrvísi tiltøk. Hesaferð er talan um eina samansjóðing av fleiri ymiskum tiltøkum.
Boðað verður frá, at fríggjakvøldið verður crazy night, sum merkir, at serstakir prísir eru í barrini hetta kvøldið.
Haraftrat verður diskotek við Dj-K1 og livandi tónleikur frá Elsu og Jeanett.
Leygarkvøldið verður pub-quiz við Jóan Paula Jacobsen, og eftir hetta verður diskotek við Dj Gullum og Holgar Jacobsen spælir livandi tónleik.
Spurnakappingarnar, sum hava fingið heitið pub-quiz eru sera væl umtóktar kring landið.
Bæði í Suðuroynni, í Havnini, í Runavík og í Klaksvík er javnan pub-quiz á skránni, og í fjør var eisini ein Føroyameistara kapping í pub-quiz. Eisini í ár verður FM í pub-quiz.










