Ung menningartarnað úr øllum landinum sleppa nú at fáa sær ein svingom í Rex í Havn. Hetta verður týskvøldið 9. desember kl. 19-22. Tað eru starvsfólkini á bústovninum Rásini í Eysturoynni, sum hava sett seg í samband við dansistaðið Rex, sum setir høli, DJ’s og barrvørar til taks hetta kvøldið. Fyrireikararnir hava sent innbjóðing út til hinar bústovnarnir og longu nú hava eini 100 fólk teknað seg.
Øll menningartarnað eru vælkomin og atgongumerkið kostar 50 kr.