Discovery á síni seinastu ferð

Klokkan sjey minuttir í tíggju í kvøld okkata tíð fór amerikanska rúmdarferjan Discovery á sína seinastu ferð út í rúmdina. Ferðin gongur út til altjóða rúmdarstøðina, og gongst sum ætlað, kemur ferjan aftur niður á jørðina um 11 dagar.

Fimm fólk eru umborð á ferjuni.

Upprunaliga var ætlanin, at Discovery skuldi fara út til rúmdarstøðina í november í fjør, men ferðin bleiv útsett, tí rivur vóru í einum brennievnistanga.

Discovery fór sína fyrstu ferð í 1984, og ferðin nú er tann seinasta hjá ferjuni. Seinni í verða Atlantis og Endavour sendar út í rúmdina, og tað verða eisini teirra seinastu ferðir.